»Ikki eg – men Kristus« er heitið á nýggjari bók, sum Osvald Kjærbo í Havn hevur skrivað. Tað er Forlagið Døggin sum gevur bókina út.
Í bókini tekur høvundurin saman um ein greiðan og hugtakandi boðskap, sum leggur dent á at hava eyguni áhaldandi vend á Jesus Kristus.
»Ikki eg – men Kristus« er 257 blaðsíður og er deild upp í 66 kapitlar. Osvald hevur sjálvur skrivað allan tekstin og skrivað bókina inn á teldu. Kári við Rættará hevur umbrotið og designað permuna. Prent og innbinding eru gjørd hjá Føroya Prent, og upplagið er upp á 2000 bøkur.
Hetta er fjórða bókin sum Osvald Kjærbo hevur givið út, hinar eru »Æviga fyriætlan Guds« (2004), »Sóu Jesus eina« (2005) og »Jesus Kristus frelsir til fulnar« (2006).
Umframt bøkur hevur Osvald eisini umsett og latið prentað 20 Emmaus bíbliubrævaskeið og skrivað nógvar smábóklingar og traktatir við andaligum innihaldi.
Osvald Kjærbo er sumbingur sum meginpartin av lívi sínum hevur búð í Havn. Umframt sítt starv sum sjálvstøðugur heilsølumaður hevur hann sett nógva tíð av til at granska Bíbliuna, og hevur hann drúgvar royndir í at læra orð Guðs, bæði í skrift og talu.
Bókin kostar 195 krónur og fæst í Logos Bókasøluni í Havn og í bókabúðunum kring landið.