Flaggdagin 25. apríl verður flaggdagshald í Fuglafirði, umframt at her verður mangt annað á skránni allan dagin.
Haldið, sum verður í Miðstaðarlundini við røðu og horntónleiki, byrjar klokkan 14, og tað er hornorkestrið, sum skipar fyri.
Jastrid á Dalbø fer at halda flaggdagsrøðuna í ár.
Klokkan 15 í morgin verður kvøldskúlaframsýningin sett í Ribarhúsi, og tað verður Gudny Vang, býráðslimur, sum fer at seta framsýningina.
Á framsýningini verður ymiskt handaligt arbeiði innan maskinbinding, brodering, binding og hekling, leir, glaslist, modelskip og annað at síggja.
##med2##
Ættargransking, urtagarðsskeið og trolarbeiði sýna eisini fram, og menn fara at gera mat og bjóða brellbita.
Úr Fuglafirði verður sagt, at klokkan 16 fara klavernæmingar hjá Hera Jøkladal at framføra, og klokkan 16.30 verða tað klavernæmingar hjá Anki.
Klokkan 17 verður konsert við harmonikuliðnum hjá Hóraldi Joensen.
- Lúkan hevur opið frá klokkan 15 til 17.30 við sølu av kaffi og góðum søtum afturvið.
Kvøldskúlaframsýningin verður opin til 1. mai, vikudagarnar frá klokkan 13 til 16 og leygardag frá klokkan 11 til 14.
##med3##
Í annaðkvøld, flaggdagin klokkan 20, skipar Sprotin fyri bókaframløgu í samband við, at triðja bindið í Rímur á reki hjá Alexanduri Kristiansen verður givið út.
Mentanarhúsið verður karmur um útgávutiltakið, og her verður eitt nú upplestur, sangframførslur og annað á skránni.
Í morgin klokkan 14 og allan flaggdagin verður eisini kafé í Mentanarhúsinum við kenda kokkinum, Ruben Busk.
- Øll eru hjartaliga vælkomin til ein fjølbroyttan flaggdag í Fuglafirði í morgin, siga fyriskipararnir.
##med4##