Flaggdagshald í Kollafirði

TÍÐINDASKRIV

KFUM og K skótarnir í Kollafirði skipa fyri flaggdagshaldið í skúlagarðinum í Kollafirði flaggdagin kl. 15.00.
Skrúðgonga við skótum og ítróttarfólkið ferð frá Bygdarhúsinum og gingið verður út í skúlagarðin har Heðin Zachariasen flytur fram røðu og horntónleikur við luttøku úr Frelsunar herðinum verður at hoyra. Aftaná verður bjóða til cacao og bollar í skótahúsinum.