Samgongan er nú samd um, at nú skal inntøkumarkið lækkað í sambandi við flatskattin.
Flatskatturin skuldi annars vera 20% í landsskatti, men inntøkur upp á 600.000 krónur skulu rinda 5% eyka og inntøkur upp á 1.000.000 skulu rinda 10% eyka í skatti.
Men nú er inntøkumarkið lækkað, so nú verður tað so, at tey, sum forvinna 500.000 krónur, skulu rinda 5% eyka í Landsskatti. Tað ger,at tey skulu rinda 5000 eyka í skatti fyri hvørjar 100.000 krónur, tey forvinna av inntøkum omanfyri 600.000 krónur.
Tey, sum forvinna 800.000 krónur, skulu rinda 10% eyka og tað merkir, at tey skulu rinda 10.000 krónur eyka í skatti fyri hvørjar 100.000 krónur, tey forvinna omanfyri milliónina.
Samstundis er samgongan samd um, at skattastigin skal prístalsviðgerðast.
Myndin er av mótmælisgonguni mikudagin