Aftur í dag lýsir Nes kommuna eitt grundøki til sølu til íbúðarbygging. Hesaferð er talan er um eitt grundøki við Lýðarsveg á Toftum, matr. nr. 404c, sum er umleið 1.869 fermetrar stórt.
Ognin liggur sambært byggisamtyktini í B øki, sum er blandað bústaðarbygging.
- Tað er upp til tey bjóðandi at koma við uppskoti um, hvussu byggingin verður skipað, og hvat slag av íbúðum verða bygdar. Hetta kann vera eigaraíbúðir, leiguíbúðir ella lutaíbúðir.
Í Nes kommunu siga tey, at tað er treyt, at hóskandi tal av íbúðum er í verkætlanini.
- Tað er fyrimunur, um byggingin er fjølbroytt við ymiskum íbúðarstøddum, har atlit verður tikið til umhvørvið og útsýnið. Dentur verður lagdur á, at byggingin tekur seg væl út, er dygdargóð og fellur væl inn í landslagið.
Sagt verður, at grundøkið er óplanerað og verður selt fyri 275 krónur fyri fermeturin. Kommunalur vegur er nýliga gjørdur til grundøkið.
Meira um hetta útboð kann lesast á heimasíðuni - www.nes.fo
Freistin at lata inn skrivlig boð er á middegi hin 5. juni.










