Deyðadømdur fangi segði nei-takk til seinastu orð

Ein 50 ára gamal maður, sum varð dømdur fyri at hava dripið eina kvinnu í 1997, varð fríggjakvøldið avrættaður í amerikanska statinum Alabama.

Mynd av Geoffrey Todd West sum er avrættaður í Alabama. Í Texas er ætlanin, at enn ein avrætting verður eisini fríggjakvøldið. (Arkivmynd). - Mynd: Handout/Ritzau Scanpix

Tað skrivar amerikanski miðilin AP.

Geoffrey Todd West varð avrættaður á rættarstovninum William C. Holman í býnum Atmore. Tað varð gjørt við køvievni, ein háttur, sum staturin tók til sín í 2024.

West varð dømdur fyri morðið á Margaret Parrish Berry í 1997, sum tá var 33 ára gomul.

Hann varð spurdur av fongsulsvørðinum áðrenn avrættingina í nátt, um hann vildi siga nøkur seinastu orð.

- Nei, var svarið.

Hann varð síðani bundin í eina børu og lagdur við eini gassmasku, sum klæddi andlitið, og avrættaður, skrivar AP.

 

/Ritzau/

 

Mynd av Geoffrey Todd West sum er avrættaður í Alabama. Í Texas er ætlanin, at enn ein avrætting verður eisini fríggjakvøldið. (Arkivmynd). - Mynd: Handout/Ritzau Scanpix