VIDEO: Síggj Vilhelm skjóta eitt gott mál móti Erlangen

(Video) Síggj ein samandrátt frá dystinum Recken Hannover-Burgdorf-Erlangen 26-32 (10-15)

Liðið hjá Vilhelmi Poulsen, Recken Hannover-Burgdorf hevur fingið eina heldur haltandi byrjan upp á kappingarárið í týsku bundesliguni. Hannover hevur tapt fýra av teimum seks dystunum, ið higartil eru leiktir.

 

Í kvøld tapti Hannover í ZAG Arena høllini 26-32 fyri Erlangen. Erlangen var greitt omaná í fyrra hálvleiki, og var á odda 15-10 í steðginum. 

 

Vilhelm skoraði tvey mál upp á fýra málroyndir. Vilhelm hevur higartil í kappingarárinum skotið 11 mál.

 

Komandi mikukvøld klokkan 18.30 møtir Hannover einum liði úr næstbestu deildini í útidysti í týsku steypakappingini. Talan er um liðið, Dormagen sum hevur fingið tvey stig í fimm dystum. Vilhelm og liðfelagarnir fara tá at hava eina greiða favorittstøðu.

 

HER ber til at síggja ein samandrátt frá dystinum Recken Hannover-Burgdorf-Erlangen 26-32 (10-15). Við 1:31 minuttir sæst Vilhelm skjóta eitt gott mál:

 

##med2##