Tað boðaði suðurkoreanski generalstápurin frá fríggjadagin, sambært tíðindastovuni AFP.
Sambært generalstápinum var talan um eitt norðurkoreanskt handilsskip, sum fór yvir um Northern Limit Line (NLL), sum er eitt umstrítt sjómark.
Tað sigst vera hent umleið klokkan 04:00 lokala tíð - 21:00 hóskvøldið okkara tíð.
- Okkara herdeildir sendu út ávaringar og skutu ávaringsskot, og eftir hetta tók skipið seg aftur uttan fyri okkara sjóøki, skrivar generalstápurin í fráboðan sambært AFP.
/Ritzau/