Fleiri ísraelskir hermenn gera sjálvmorð

Í minsta lagi 69 ísraelskir hermenn hava tikið sítt egna lív í aktivari tænastu síðan oktober 2023

 

 

 

Hetta vísa tøl hjá ísraelska herinum, og tað er ávísin, Haaretz, sum endurgevur.

 

Við í hesum tølum eru ikki teir, sum hava tikið lívið av sær eftir, at teir vóru farnir úr krígnum.

 

Higartil í ár hava 19 ísraelskir hermenn tikið lívið av sær, meðan teir vóru í aktivari tænastu, vísa tølini.

 

- Harumframt hava 12 aðrir hermenn beint fyri sær, eftir at teir hava verið í hertænastu seinastu trý árini, veit Haaretz at siga.