Ráðstevnan snýr seg um lokking á netinum, hvussu vit sum fakfólk og avvarðandi betri kunnu arbeiða við at fyribyrgja og verja okkum í móti kynsligum ágangi á netinum.
Endamálið við ráðstevnuni er; at luttakarar fáa eitt betri forstáilsi av kynsligum ágangi á netinum - og eisini at varpa ljós á hesa skjótt vaksandi avbjóðing í okkara samfelag – og í øllum heiminum.
Tey, ið luttaka á ráðstevnuni eru m.a. Per Frederiksen, professari frá Aalborg Universitet, ið eisini hevur arbeitt hjá Red Barnet. Svein Øverland, sálarfrøðingur úr Noreg, sum hevur servitan innan kynsligan ágang á netinum og Amandha Sjøholm, ið er fyrrverandi løgrureglufólk og sum í dag undirvísir í ”digitalum brotsverkum”. Harumframt luttaka úr Føroyum SSP, løgreglan, Almanna og bústaðarmálaráðið. Eisini verður framløga av nýggju landsumfevnandi kanningini hjá Kris um kynsligan ágang. Hendan kanning er gjørd í samstarvi við Lóður.
Til ber at tilmelda seg til ráðstevnuna við at senda teldupost á kris(at)kris.fo ella við at ringja á 448181. Eisini ber til at tekna seg á www.nlh.fo. Kostnaður fyri ráðstevnuna er 995,00 kr. Íroknað er matur og drykkivørur.











