Var til leikin Upphav í Salt í gjár.
Nógv er longu sagt og skrivað um leikin, so nakað veruligt ummæli er helst nakað seint at koma við, men eina umrøðu eigur leikurin Upphav í øllum førum at fáa.
Leikurin tekur støði í eini vanlukku í 1919, tá tveir av trimum bátum úr Hesti gingu burtur, og stórur partur av arbeiðsførum monnum í bygdini fingu váta grøv.
Gunnvá Zachariasen og Marita S. Dalsgaard eru, - skulu vit siga, upphav til hendan leikin. Gunnvá eigur hugskot, og saman hava tær skrivað leikin, sum Gunnvá leikar og Marita leikstjórnar.
Afturat teimum er eitt lið av dugnaligum fólkum, ið hava gjørt sítt til, at leikurin tekur seg væl út í allar mátar.
Stutt kunnu vit siga, at av tí, at Gunnvá tekur støði í egnari ættarsøgu, so er hetta persónlig søga, men samstundis eisini ein felags søga. Hetta verður eisini nevnt í snøgga faldaranum, ið áskoðarar fáa.
Men júst tøgnmentanin, ið hevði fastatøkur á føroyingum, verður væl lýst. Tað varð ikki tosað, ikki orð sett á sorgina. Hon skuldi tigast burtur. Sum um, at um ongin setti orð á, so hvarv alt hetta syrgiliga av sær sjálvum.
Hendan mentanin hevur livað upp til okkara dagar, men helst er hon nú í stóran mun ein farin tíð. Føroyingar í dag smæðast ikki, eins og fólk í garannalondum okkara, við at leggjast í sofuna hjá sálarfrøðingi, ella vitja annan serkunnleika, fyri at fáa luft og seta orð á ymiskt. Og er tað ein útvarps-ella sjónvarpsmikrofon, ið stendur í boði, so tykist heldur ikki standa á at fáa føroyingar at greiða frá, hvørt tað er sorg ella onkur trupul støða, ið teimum hevur verið fyri.
Og gott tað sama. Tøgnmentanin er neyvan sunn fyri sál og sinni. Og soleiðis kunnu tíðir og hugburður broytast eftir bert 100 árum.
Leikurin er væl leiktur og pallsettur. Einføld pallmynd, ið tó hevur so nógv: ljóð, ljós og myndir, ið falla so náttúrliga, at ein næstan ikki leggur hetta til merkis. Og tá er tað væl úr hondum greitt. Ein livir seg inn í lekin, og teir leiklutir, sum leikarin í hesum einmansleiki so hegnisliga skiftir ímillum.
Mentanarhúsið Salt vísti enn einaferð, at húsið er góður karmur, eisini tá talan er um tiltøk, ið ikki krevja allan tann stóra salin.
Vit, sum minnast nøkur áratíggju aftureftir, minnast, tá tað ikki var so óvanligt, at sjónleikarar vitjaðu kring landið við leikum. Uttan at siga, at Tjóðpallurin ikki er góður, tí tað er hann og ein Tjóðpall eiga vit at hava, so var tað sum um at leikferðir kring landið fækkaðust, tá hesin pallur sá dagsins ljós. Leikbólkurin Gríma hvarv. Tey, ið løgdu lunnar. Og eina tíð var so at siga rár hending, at sjónlekarar fóru á ferð kring landið.
Seinnu árini er vend komin í aftur, og smærri leikbólkar hava sæð dagsins ljós.
Tað eru TVAZZ og Leikhús SKIFT, ið hava framleitt Upphav.
Marita S. Dalsgaard skrivar á facebook-vanganum hjá Leikhús SKIFT soleiðis, tá hon og Gunnvá byrjaðu ferðina við Upphav kring landið: Gunnvá og eg hava longu tá ið vit gingu á sjónleikaraskúla lagt stóran dent á at fáa leiklist út um landið . Við hesum leikinum koma vit út við einum nýggjum førosykum leikverki sprottið úr jørðildinum her á klettunum, tað gleða vit okkum nógv til.
Og takk fyri tað.
Við Upphav hava, eisini áskoðarar kring landið, fingið eina leikuppliviing, ið merkist, ið kemur út um pallkantin (sum ikki rættiliga er har), og sum gevur áskoðarum okkurt at hugsa um. Tí hugsa vit okkum um, ella grnska eitt sindur í egnum jørðildi, so hava flestu okkara forfedrar, ið fingu váta grøv. Og neyvan hevur nógv verið tosað um hetta.
Havið hevur nógv at siga í føroysku fólkasálini. Upphav er um røtur, stríð hjá forfedrum. Um upphav og havið, og um at hava og ikki hava.
Við upprunasjónleiki, sum hesum, hava vit okkurt dygdargott, ið setir lívið í perspektiv. List, ið vekir hugin at práta um lívið. Seta orð á upphav, havið, og tað og tey, ið vit enn hava. Og kanska ikki hava.
(Myndin er lænt av facebook vanganum hjá Leikhús SKIFT)










