Frakland fer at viðurkenna Palestina sum ríki, men tað verður eingin fronsk sendistova latin upp, fyrr enn Hamas sleppur gíslunum í Gazageiranum leysum.
Tað segði franski forsetin, Emmanuel Macron, í einari samrøðu við CBS News, sum varð send í dag.
Forsetin legði dent á, at hetta er eitt týðiligt krav, áðrenn Frakland leturr upp eina møguliga sendistovu í einum nýggjum palestinskum ríki.
Í samrøðuni sigur Emmanuel Macron, at Frakland saman við fleiri øðrum londum formelt fer at viðurkenna Palestina á einum ST-fundi í morgin, mánadagin.
Í dag hava fleiri vestanlond kunngjørt, at tey fara at viðurkenna Palestina sum sjálvstøðugan stat - ella sjálvstøðugt ríki.
Fleiri av londunum, sum hava boðað frá, at tey fara at viðurkenna Palestina, hava sum treyt, at Hamas ongan leiklut skal hava í einum nýggjum ríki.