Fleiri pengar nýttir til lønir

Tað vórðu útgoldnar 501 mió. meira í lønum í 2007, samanborið við 2006.

Nú nýtt ár er byrjað, kunnu samlaðu lønargjaldingarnar fyri 2007 gerast upp. Hetta vísir, at næstan 7 mia. vórðu útgoldnar í lønum í fjør. Tað er ein vøkstur uppá hálva mia. í mun til 2006, sum er 8% meira. Størsti vøksturin er innan privatu tænastuvinnurnar. Har eru 13% fleiri lønarkrónur í 2007. Her er tað serliga sjóflutningur og fígging og trygging, sum hava ein stóran vøkstur, 21 og 20%, men eisini gistihús- og matstovu-virksemi er vaksið nógv og hevur goldið 14% meir út í lønum. Í byggivinnuni eru 492 mió. goldnar í lønum í fjør, tað eru 54 mió meir enn árið fyri, ein vøkstur uppá 12%. Samlað er ein vøkstur uppá 11% innan bygging og ídnað.Fyri almennar tænastur eru goldnar 6% meir í lønum í 2007 samanborið við 2006