Samanlagt verða 58.673 umsøkjarar tiknir inn á eina hægri útbúgving í Danmark. Av teimum eru 79 prosent tikin inn á ta útbúgving, sum tey høvdu sett sum fyrsta val.
Námsfrøði er aftur í ár tann útbúgvingin, sum tekur inn flest nýggj lesandi.
Topp 10-listin sær soleiðis út (broyting samanborið við 2025 í klombrum):
Námsfrøði: 3.590 (-22)
Sjúkrarøktarfrøði: 3.207 (+108)
Diplomverkfrøði: 3.032 (-151)
Civilverkfrøði: 2.963 (-19)
Búskaparfrøði: 2.512 (-54)
Fólkaskúlalærari: 2.192 (+146)
Fíggjarbúskaparfrøði: 2.101 (-68)
Sosialráðgevi: 2.034 (-6)
Læknafrøði: 1.876 (+31)
Løgfrøði: 1.654 (-33)
Tølini eru almannakunngjørd av danska Granskingar-, Útbúgvingar- og Talgildingarmálaráðnum.










