Fert tú á ólavsøku?
- Ja, um Guð vil, so verið eg at síggja í havnargøtum á ólavsøku. Eg verið har í arbeiðsørindum, tí ólavsøkudagur er arbeiðsdagur hjá tingfólki.
Tað sigur Sámal Petur í Grund.
Plagar tú at vera á ólavsøku?
- Eg plagi altíð at halda ólavsøku, og sum oftast partar av henni í høvuðsstaðnum, men eisini við hús.
Hvat heldur tú er tað besta við tjóðarhátíðini?
- Tað besta er, at hon samlar okkum sum fólk um okkara land. Okkara íborni tjóðskaður vaknar, og vit klæða okkum í tjóðbúnan - so nógv av okkum, sum hava møguleika til tað.
Er tað okkurt, tú saknar við ólavsøkuni?
- Ikki sum so. Haldi, at skrá og tiltøk í stóran mun fevna um tað mesta, sum eigur at eyðkenna eina tjóðarhátíð.
Minnist tú onkra ólavsøku fram um aðrar?
- Ja, tað geri eg. Ólavsøkurnar sum barn við fiskibrunnin hjá nonnunum standa sterkt í minninum.
Sámal Petur í Grund heldur annars, at ólavsøkan í 1998 eisini skaraði framúr, tí tá var hann nývaldur tingmaður.
- Og so hevði eg minst til at taka paraply við mær. Hon var grøn við áskriftini "Faxe Kondi" - og so var hon eisini dupult so høg sum allar hinar, leggur hann brosandi aftrat.
Lesið eisini: Marius leitaði men fann ikki Kristionnu á ólavsøku
https://www.in.fo/news-detail/marius-leitadi-men-fann-ikki-kristionnu-a-olavsoeku











