Flogfarið varð ikki skotið niður

Herleiðslan í Taiwan vísir aftur gitingum um, at ein kinesisk rakett var orsøkin til, at eitt ferðamannaflogfar datt niður leygardagin

Hernaðarligu myndugleikarnir í Taiwan vísa aftur øllum gitingum um, at ferðamannaflogfarið, sum datt niður í havið millum Taiwan og Hongkong leygardagin, varð rakt av einari kinesiskari rakett.
Ein talsmaður hjá taiwansku herleiðsluni avsannaði í gjár, at tað var ein kinesisk rakett, sum rakti flogfarið. Hann vísti samstundis á, at Kina hevur víst gitingunum um rakettina aftur.
Taiwansku myndugleikarnir vita ikki, hví flogfarið við teimum 225 fólkunum umborð datt niður. Hernaðarligar lurtistøðir í Taiwan skrásettu leygardagin tekin, sum benda á, at flogfarið fór í fýra, tá tað fleyg í 9000 metra hædd, men hvat hendi, veit eingin. Tann mest trúliga frágreiðingin er, at ein spreinging varí flogfarinum.
Í gjár leitaðu taiwanskir kavarar eftir tí svarta kassanum, sum kanska kann greiða frá, hvat hendi flogfarinum.