Hóast talið av ferðafólkum um danska floghavnir ikki veksur, so er øðrvísi í Føroyum.
Fyri fyrstu ferði í tíggju ár vaks talið av ferðandi um danskar flogvallir ikki í fjør.
Talið av ferðafólkum í teimum seks størstu flogvøllunum í Danmark var at kalla óbroytt.
Samlaða talið av ferðandi um flogvallir í Danmark var á umleið 36,5 milliónir, sum at kalla er tað sama sum árið fyri.
Her er yvirlit yvir gongdi í teimum størstu donsku floghavnunum í 2019. Talið í klombrum er munurin frá 2018. Vit hava sett tølini fyri Vága Floghavn inn á fimta plássið:
1. Københavns Lufthavn: 30,26 millioner (-41.828)
2. Billund Lufthavn: 3,72 millioner (+212.666)
3. Aalborg Lufthavn: 1,46 millioner (-147.458)
4. Aarhus Lufthavn: 500.490 (+14.324)
5. Vága Floghavn 424.281 (+46.468)
6. Bornholms Lufthavn: 234.241 (-39.031)
7. Midtjyllands Lufthavn: 114.159 (-19.677)
8. Sønderborg Lufthavn: 68.828 (+1337)
9. Esbjerg Lufthavn: 77.422 (+5531)