Flottur fimleikur á Eiði um vikuskiftið

Fimleikararnir í Føroyum verða betri og betri. Tað sást, tá ið lið frá fimm fimleikafeløgum kring landið kappaðust um FM-heitið í amboðsfimleiki á Eiði um vikuskiftið

FIMLEIKUR

Um vikuskiftið var ítróttarhøllin á Eiði karmur um FM-liðkappingina í amboðsfimleiki. Fimleikafeløgini, sum vóru umboðað, vóru Klaksvíkar Fimleikafelag, Flog úr Fuglafirði, Støkk av Glyvrum, Ljósið úr Havn og Havnar Fimleikafelag.
Fimleikararnir kappaðust í trimum greinum. Genturnar kappaðust í lopi, á bitanum og á gólvinum. Dreingirnir kappaðust í lopi, í ringunum og á gólvinum.
Kappast varð í tveir dagar. Leygardagin kappaðust kvinnur, menn, gentur og dreingir, og sunnudagin vóru tað kvinnuunglinar, mansunglingar og pinkur, ið sluppu at royna seg.
Tilsamans vóru 71 fimleikarar við í kappingini, og tað sást, at støðið er hækkað nógv síðan seinast, hóast venjingarumstøðurnar hjá teimum ikki eru av teimum bestu. Alt í alt ein spennandi og væleydnað fimleikakapping á Eiði í vikuskiftinum.


Úrslitini vóru hesi:

Kvinnur:
Nr. 1Støkk64,425 stig
Nr. 2Ljósið58,750 stig
Nr. 3HF56,575 stig

Menn:
Nr. 1HF65,800 stig
Nr. 2Støkk54,250 stig
Nr. 3KF49,800 stig
Nr. 4Flog48,200 stig

Gentur:
Nr. 1HF60,350 stig
Nr. 2Støkk56,650 stig
Nr. 3Ljósið45,150 stig

Dreingir:
Nr. 1Støkk57,600 stig

Kvinnuunglingar:
Nr. 1Støkk72,400 stig
Nr. 2HF59,700 stig
Nr. 3Ljósið58,775 stig

Mansunglingar:
Nr. 1HF54,500 stig
Nr. 2Støkk50,400 stig

Pinkur:
Nr. 1HF58,475 stig
Nr. 2Støkk53,900 stig
Nr. 3Ljósið43,900 stig