FM1: Rasmus gleðir seg til nýggjar venjara-avbjóðingar

(FM1) Nýggi U17-landsliðsvenjarin, Rasmus Nolsøe var gestur hjá Tróndi Arge í Fótbóltspanelinum á FM1 seinnapartin

##med2##

Aftaná trý ár sum hjálparvenjarin hjá besta mansliðnum hjá HB hevur Rasmus Nolsøe leita sær eftir einari nýggjari avbjóðing. Rasmus hevur tikið við starvinum sum U17 manslandsliðsvenjari. Hjálparvenjari verður Fróði Benjaminsen.

Rasmus Nolsøe var gestur hjá Tróndi Arge í Fótbóltspanelinum á FM1 seinnapartin, har bæði komandi U17 landsliðsavbjóðingar, tíðin sum hjálparvenjari í HB, og Liverpool vóru uppi at venda.

Rasmus er glaður fyri tey trý seinastu árini sum hjálparvenjari hjá HB, men hann greiðir frá, at hann trongdi til nýggjar avbjóðingar. 

Í sendingini var eisini ringt til Kurt Mørkøre, ið er høvðusmaðurin aftanfyri at eitt føroyskt Old Boys landslið sum kappast í Old Boys innandurakapping fyri landslið í Noregi. Millum luttakarnar á føroyska liðnum eru Jens Martin Knudsen, Allan Mørkøre, Julian Johnsson, Kári Reynheim, Jákup á Borg, Christian Høgni Jacobsen, Todi Jónsson og Kurt Mørkøre sjálvur.

Tá prátað var við Kurt hevði føroyska liðið júst tapt 2-6 móti Noregi.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra sendingina Fótbóltspanelið. 

(Fótbóltspanelið 24. januar. Gestir: Rasmus Nolsøe og Kurt Mørkøre)