FM1: Rógvi vónar hann missir málmetið skjótt

(FM1) Hoyr samrøðuna Petur Asbjørn Lervig gjørdi við enn søguliga málskjúttan hjá Føroyum, Rógva Jacobsen í Dansifrøi

##med2##

 

Enn er Rógvi Jacobsen søguligur toppskjútti hjá landsliðnum við 10 málum, men hann vónar av hjarta, at bæði Klæmint A. Olsen, Jóan Símun Edmundsson, Brandur H. Olsen og aðrir við yvirhála hann á søguliga toppskjúttaralistanum, og fara at skjóta væl av málum komandi árini. 

 

Rógvi heldur, at hann hevur havt heitið sum søguligur toppskjútti alt, alt ov leingi.

 

Rógvi tippar annars 1-1 móti Eysturríki í kvøld.

 

Rógvi var staddur í Dansifrøi til tiltakið hjá Skansanum tá reportarin hjá FM1, Petur Asbjørn Lervig fekk orðið á hann. Rógvi greiðir frá, at hann serliga ofta má fortelja og seta orð á málini hann skoraði móti Italia á sinni.

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna.