FM1: Søgulig útskifting hjá Víkingi - Feðgar á Ferð

(FM1) Hoyr løtuna tá Árni Nóa Atlason bleiv skiftur inn og slapp at spæla á sama liði sum pápi sín, Atli Gregersen

Árni Nóa Atlason, ið eitur eftir navnframa abba sínum, Árna Gregersen saman við pápanum aftaná søguliga dystin hjá Víkingi, har Feðgar spældu á besta liðnum fyri fyrstu ferð í søgu felagsins (Mynd: Petur Asbjørn Lervig)

##med2##

 

Summar løtur eru minniligar og vakrar í fótbólti. Ein slík var í 83. minutti í dystinum millum Skála og Víking undir Mýruhjalla á Skála. Tá var sonur liðskiparan hjá Vìkingi, 16 ára gamli Árni Nóa Atlason sum eitur eftir navnframa abba sínum, Árna Gregersen skiftur inn á vøllin, og í góðar 10 minuttir slapp hann at spæla í sama dysti sum pápi sín, 40 ára gamli Atli Gregersen í einum dysti í fremstu fótbóltsdeildini í Føroyum.

 

Seinast vit vita um, at líknandi er hent er tá feðgarnir Jákup N. Míkkelsen og Poul N. Mikkelsen vóru á liði saman hjá ÍF í 2013 og 2014.

 

Annað kent dømið eru møðgurnar Bára Skaale Klakkstein og Eyðvør Klakkstein, ið spældu saman á besta liðnum hjá KÍ, og tær spældu enntá fýra dystir saman á landsliðnum.

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frásøgumannin hjá FM1, Petur Asbjørn Lervig siga frá søguligu útskiftingini og samrøðuna hann gjørdi við feðgarnar aftaná dystin. 

 

Atli var stoltur og fegin um at hava upplivað hesa løtuna at spæla saman við soninum á besta liðnum hjá Víkingi.

 

Árni Nóa var sera fegin um møguleikan, tí hetta er nakað hann hevur droymt um. Og tí var tað fantastiskt fyri hann at fáa debut fyri Víking í kvøld. 

 

Árni Nóa Atlason, ið eitur eftir navnframa abba sínum, Árna Gregersen saman við pápanum aftaná søguliga dystin hjá Víkingi, har Feðgar spældu á besta liðnum fyri fyrstu ferð í søgu felagsins (Mynd: Petur Asbjørn Lervig)

Hoyr løtuna tá Árni Nóa Atlason var skiftur inn, og samrøðu við feðgarnar Atla og Árna Nóa

Hoyr løtuna tá Árni Nóa Atlason var skiftur inn, og samrøðu við feðgarnar Atla og Árna Nóa