FM1: Takk fyri fótbóltin í ár

Stórt Fótbóltspanel verður í dag frá klokkan 15 til 17 á FM1

Í dag verður ársins seinasta Fótbóltspanel, sum er fótbóltssending á FM1 hvønn fríggjadag. Í dag verður sendingin í tveir tímar, har hugt verður aftur á kappingarárið 2021.

 

Eitt langt og til tíðir spennandi kappingarár er komið at enda. Í dag verður ársins seinasta Fótbóltspanel. Tí verður ein serlig sending, har hugt verður aftur á fleiri av stóru løtunum í júst farna kappingarári.

 

Í Fótbóltspanelinum verður ringt runt fleiri av teimum, sum hava verið partur av fótbóltskappingini og FM1 í hesum kappingarárinum. Eisini verður hugt nærri at lutakastinum til Nations League, sum var í gjár. Føroyar eru í bólki saman við Turkalandi, Luksemborg og Litava.

 

Tú kanst eisini taka lut í sendingini við at senda títt besta minni frá kappingarárinum inn á 559999. Øll sum senda inn eru við í lutakastinum um eitt eintak av krimibókini hjá Eyðuni Klakstein, sum eitur “List”.