##med4##
Tað var vindhart, men heitt á Lathbury breytini á Gibraltar tá ið FM1 fekk seinastu greinarnar við.
Longdarlop hjá kvinnum og hálvfinala í 800 metrum hjá monnum vóru á skránni.
Edna Maria Debess leyp sítt longsta lop nakrantíð, men iðraði seg um at ikki røkkka fimm metrum. Hon leyp 4,98 metrar.
Eisini Elisabeth Holm Simonsen leyp sítt longsta og harvið føroya longsta lop við 5,34 metrum.
Men metini verða ikki skrásett, tí at vindurin var ov nógvur til at metini verða skrásett.
Julian Gregersen royndi seg eisini á 800 metrum, og stríddi seg á fjórða pláss beint frammanfyri føroyska áskoðarageiran. Tað rakk tó ikki til finalupláss á hesum sinni.
Undir kappingunum fekk FM1 orðið á ein av landsliðsvenjarunum, Debes H. Christiansen, sum greiddi frá hvat fór fram. Hoyr reportasjuna omanfyri
##med2##
##med3##
##med5##