Føroya Handilsskúli skipar fyri móttøku, á skúlanum, í dag millum klokkan 14 og 16.
Orsøkin til hetta er, at Føroya Handilsskúli í hesum árinum verður 30 ár, og samstundis verður handilsskúlaútbúgvingin í Føroyum 60 ár.
Framsýningin á handilsskúlanum vísir, í brotum menningina á skrivstovu- og handilsøkinum frá 1890 til 1998.
Skúlin hevur lænt myndir til framsýningina frá Tórshavnar Býarsavnið og frá Fornminnissavninum.
Harafturat hevur skúlin fingið hendur á nógv gomul skrivstovutól.
Fleiri virkir hava verið so vinarlig at læna skúlanum maskinurnar.
Og høvdu tær duga at tosa, so høvdu nógvar stuttligar søgur fingist burturúr.
Frá Hotel Hafnia hevur skúlin lænt fyrsta kassatólið hotellið brúkti.
Tólið sigur eitt sindur um tíðina. 30 krónur er hægsta upphæddin, sum kann »sláast inn«. Tað er sera vakurt og væl hildið.
Síðani tá eru tíðirnar broyttar, og nýggjari tól eru komin á marknaðin.
Frá Farodane hevur skúlin fingið eina skrivimaskinu frá 1890.
? Hon líkist als ikki einari skrivimaskinu, men hon er sera áhugaverd sigur Ragnar Magnussen, stjóri, og leggur afturat:
? Komi eg fram á eina líknandi maskinu, so keypi eg hana.