Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag fingið nýggja nevnd

Á aðalfundinum hjá Føroya Náttúru og Umhvørvisfelag, FNU, varð nýggj nevnd vald. Felagið bjóðar nýggjum og gomlum kenningum vælkomnum

Anna Dam og Ingilín D. Strøm eru nývaldar í nevndini hjá FNU, Jón Kragesteen heldur fram sum formaður, Birita Fritleifsdóttir Kjærbæk sum næstforkvinna og Tráin P. Nónklett sum skrivari. Sjúrður Hammer, Barbara Leone og Helena Lamhauge Mortensen eru tiltakslimir.

 

Nevndin takkar Kolbrún í Haraldsstovu fyri arbeiðið í nevndini.


Nýggja nevndin hevur havt ein arbeiðsdag, har tá eitt nú varð avgjørt, at í 2026 skal FNU eina ferð um mánaðin bjóða limum til grønan fimmara og mini-fyrilestur í hølunum í Bøgøtu.