Tað var ikki frítt, at mong av okkum øvundaðu Íslandi, sum í nátt spældi venjingardyst móti verandi heimsmeistarunum, Argentina.
Síðani Føroyar fingu altjóða limaskap í FIFA og UEFA í 1988 hevur føroyska landsliðið bert á einum sinni leikt venjingardyst móti einum endaspælsaktuelum liði.
1. juni í 2004 spældu Føroyar á uttanveltaðum vølli í Lausanne í Sveis dyst móti Niðurlondum, ið vann seg í hálvfinaluna í EM-endaspælinum, har teir máttu lúta 1-2 fyri portugisisku vertunum.
Niðurlond vunnu frammanfyri 3.150 áskoðarum 3-0 á Føroyum. Rafael van der Vaart, Roy Makaay og Marc Overmars skutu niðurlendsku málini.
Tað var bert svørt óeydna, at Andrew av Fløtum ikki javnaði til 1-1 tíðliga í seinna hálvleiki. Andrew hevði eitt rimmar langskot úr 26-27 metrum, ið rakti træverkið.
Kelda: FaroeSoccer
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá venjingardystinum í Lausanne í 2004:
##med2##










