Naser Khader verður prestur í Fensmark

Fyrrverandi danski politikarin Naser Khader er nú liðugt útbúgvin prestur og byrjar í juli í starvi sum prestur í Fensmark nærhendis Næstved.

Nazer Khader var í Føroyum og helt fyrilestur í 2007. Hetta var, tá stríðið um Muhammeds-tekningarnar í Jyllands-Posten var í hásæti.

Tað upplýsir próstur í Næstved próstadømi, Anna Helleberg Kluge, fyri Sjællandske Nyheder.

 

Naser Khader fer at halda sína fyrstu prædiku við hámessu í Fensmark kirkju sunnudagin 5. juli klokkan 10.30.

 

Í fyrstu atløgu verður talan um eitt hálvtíðarstarv sum prestavikarur í Fensmark og Rislev sóknum.

 

Frá 1. august fer hann síðani í fulltíðarstarv sum prestavikarur í Rønnebæk sókn.

 

Naser Khader hevur í nógv ár verið ein kendur profilur í donskum politikki. Hann hevur verið fólkatingslimur fyri bæði Radikale Venstre og Konservative, og hevur serliga gjørt vart við seg í kjakinum um integratión, trúarfrælsi og sambandið millum islam og vesturlendsk samfeløg.

 

Seinastu árini hevur hann lisið gudfrøði og útbúgvið seg til prest, og nú tekur hann so stigið inn í kirkjuligt arbeiði.

 

##med2##

 

Nazer Khader var í Føroyum og helt fyrilestur í 2007. Hetta var, tá stríðið um Muhammeds-tekningarnar í Jyllands-Posten var í hásæti.

Sera nógv fólk vóru í Miðlahúsinum og lurtaðu eftir fyrilestrinum hjá Nazer Khader. So nógv, at fólk máttu sita á Hvonn eisini, har tey kundu fylgja við á stórskíggja