Ráðstevnan er fyri lond, ið hava staðfest sáttmálan hjá Sameindu Tjóðum um rættindi hjá fólki, ið bera brek.
Á ráðstevnuni hittast umboð fyri stjórnir, áhugafelagsskapir, mannarættinda- og umboðsstovnar og altjóða felagsskapir úr øllum heiminum fyri at kjakast um støðuna hjá fólki ið bera brek og um, hvussu rættindini, sambært brekrættindasáttmálanum, kunnu styrkjast.
Í ár er høvuðsevnið "CRPD at 20 – Celebrating and consolidating achievements and shaping.the next phase of implementation in a changing world", í sambandi við at 20 ár eru liðin síðani sáttmálin varð samtyktur.
Luttøkan gevur Brekumboðnum høvi at fylgja við í nýggjastu altjóða menningini á brekrættindasøkinum, knýta sambond við líknandi stovnar og felagsskapir kring heimin, og fáa íblástur til arbeiðið við at fremja og verja rættindi hjá fólki ið brek í Føroyum.
– Tað er týdningarmikið, at Føroyar eru partur av altjóða kjakinum um rættindi hjá fólki ið bera brek. Á COSP fáa vit innlit í góðar royndir úr øðrum londum og møguleika at deila okkara egnu royndir og avbjóðingar, sigur Eilif Arge, Brekumboð.
Umframt høvuðsfundirnar í stóra salinum luttekur Brekumboðið eisini á fleiri fakligum tiltøkum við altjóða samstarvspørtum.
Ráðstevnan verður hildin í høvuðssætinum hjá ST í New York og savnar luttakarar úr øllum heiminum.
Ráðstevnan verður hildin dagarnar 9.–11. juni 2026.











