Føroyar er ofta besta summarupplivingin

- Eg eri so heppin, at vit hava gjørt eina ferðavinnuætlan fyri Norðoyggjar, og í tí sambandi hava vit verið runt her norðuri, sigur Theresa Turidardóttir Kreutzmann

 

Fert tú at ferðast í Føroyum í summar – ella verður tað ein túrur av landinum? 

- “... at rejse er at leve... “, segði H.C. Andersen, og nakað er um tað. Í summar verður tað eitt sindur av hvørjum. 

Tað sigur Theresa Turidardóttir Kreutzmann, sum eisini er stjóri í Visit North í Klaksvík. 

- Ommudóttirin, Aviaaja Theresa, og eg fara til Nuuk í Grønlandi í juli, tá barnadópur verður hjá tveimum av mínum ommubørnum.

Hon sigur, at seinast, hon vitjaði í Grønlandi, var í 2023.

- Tá var tað fyrstu ferð í 10 ár, at eg var aftur í Grønlandi. So, eg gleði meg at sleppa ein túr aftur í summar. 

Theresa Turidardóttir Kreutzmann sigur, at hon elskar at ferðast í Føroyum. 

- Eg eri so heppin, at vit hava gjørt eina ferðavinnuætlan fyri Norðoyggjar, og í tí sambandi hava vit verið runt her norðuri. Vit vóru eisini ein túr í Svínoy, og har fara vit at ferðast síðst í juni.

Hon sigur, at tey fara at gista í Gamlagarði og ganga túrar. 

- Svínoy er ein perla, sum er lætt atkomilig, og her er gott at ganga túrar. Her er eisini matstovan hjá Jógvan Kristini og Heidi, so lætt er at fáa ein góðan bita. 

Theresa heldur, at túrurin við Rituni er eitt stórt bonus, tí tað er so vakurt at sigla henda túrin. 

- Eg elski at pakka eina matkurv at taka við á útferð, og tá er dúkur og tað heila við, sigur hon brosandi.

Hon sigur, at seinast, hon gjørdi hetta, var ein heitan summardag í fjør, har tey fóru til Søltuvíkar við einum dippitúri á Sandi á vegnum. 

- Sandoyggin er eitt fantastiskt ferðamál, leggur hon aftrat.

Hevur tú ferðast í flestu oyggjum í Føroyum – ella er onkur oyggj eftir at vitja? 

- Eg havi verið á 17 oyggjum og mangli at vitja í Mykinesi. Havi tvær ferðir á veg, men tað bleiv avlýst. So, henda túrin eigi eg til góðar, og møguliga verður tað í summar. 

Theresa Turidardóttir Kreutzmann vísir á, at Suðuroy sjálvandi eisini er er partur av hennara summari, og hon heldur fyri, at einki er sum gongutúrurin runt Froðba.

- Men, eg hugsi eisini um at ganga túrin til Hvannhaga. 

 

##med2##

Hon heldur, at Føroyar ofta er besta summarupplivingin, men túrar uttanlands geva henni tó ró á ein annan hátt.

- Arbeiðið verður lagt til viks ein løtu, og so fái eg ofta íblástur til onkrar nýggjar møguleikar í mínum arbeiði. Í heyst fari eg at søkja mær íblástur í “den gamle by” í Århuus í samband við “Jól í gamla Klakksvikshandlinum”, og so fari eg til Bornholm at síggja og uppliva, hvussu tey arbeiða við ferðavinnu har. 

Hon hevur búð á Bornholm í fýra ár, so hon veit, at tey duga sera væl við ferðavinnu.  

- Annars eru tað festivalarnir og stevnurnar, sum fylla upp í føroysku upplivingunum, leggur Theresa Turidardóttir Kreutzmann.