Føroyar hava takið á San Marino

Í dag vunnu Føroyar fyri triðju ferð landsdyst í fótbólti ímóti San Mario

Tað endaði við 2-1 sigri, tá ið Føroyar í dag spældu vinadyst í fótbólti ímóti San Marino.

 

Landsliðið hevur verið í San Marino síðani mikudagin, og nú fara spælararnir aftur í feløgini. Næstu ferð, teir hittast á landsliðnum, verður fyrst í juni, tá ið teir fara at spæla Baltic Cup.

 

Dysturin í dag og teir báðir í Baltic Cup eru fyrireikingarnar til Nations League, sum verður í september, oktober og í november.

 

Hálvleiksstøðan í dag var 1-1. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki legði heimaliðið seg á odda. Eftir gjøgnumbrot í vinstru og flatt innlegg var tað Nicolas Giacopetti, sum setti bóltin í netið.

 

At San Marino legði seg á odda var ikki eftir spælbýtinum, tí føroyingarnir vóru meiri á bóltinum og vunnu seg til fleiri góðar støður, hóast fótbóltsspælið ikki var so gott og flótandi, sum tað onkra ferðina hevur verið seinasta stóra árið.

 

Í tíðini, sum dómarin legði aftrat fyrra hálvleiki, javnaðu Føroyar. Málskjútti var KÍ miðvalarin Jákup B. Andreasen, sum við høvdinum stýrdi bóltin í málið eftir innlegg úr høgru. Petur Kndsen, sum var einsamallur í fremstu røð, átti innleggið.

 

Sigursmálið skoraði Árni Frederiksberg í 64. minutti. Uppspælið var í vinstru, og Árni var merkiliga leysur uttarlaga í brotsteiginum eitt sindur til høgru, tá ið Hanus Sørensen legði bóltin fyri føturnar á honum, og Árni smekkaði bóltin í málið.

 

Síðsta hálva tíman skiftu bæði liðini nógv út. Føroyar vóru væl meiri á bóltinum, men tað vóru ikki skorað fleiri mál.

 

Hetta var triðja ferðin, at Føroyar og San Marino spældu landsdyst. Í 1995 vunnu Føroyar bæði á heimavølli og útivølli. Á Svangaskarði vunnu Føroyar EM undankappingardyst 3-0 og so 3-1 á útivølli.