Volodymyr Zelensky skrivaði í dag undir avtalu við emirin í Katar, Tamim bin Hamad al-Thani. Dronuverjan og dronuserfrøðin hjá Ukraina eru kjarnin í samstarvinum. - Mynd: -/Ritzau Scanpix

Ukraina fer í verjusamstarv við Flógvalond

Verjuavtalurnar millum Ukraina og Flógvaríkini snúgva seg um at standa ímóti hóttanum frá rakettum og dronum.

Volodymyr Zelensky skrivaði í dag undir avtalu við emirin í Katar, Tamim bin Hamad al-Thani. Dronuverjan og dronuserfrøðin hjá Ukraina eru kjarnin í samstarvinum. - Mynd: -/Ritzau Scanpix

Ukraina hevur í dag gjørt eina verjusamstarvsavtalu við Katar.

Tað upplýsir tíðindastovan Reuters.

Avtalan varð gjørd nakrar tímar eftir eina líknandi avtalu við Sameindu Arabisku Emiratini.

Sambært AFP snýr samstarvið við tey bæði Flógvaríkini seg um at standa ímóti hóttanum frá rakettum og dronum mitt í krígnum millum USA og Ísrael øðrumegin og Iran og aðrar sameind hinumegin.

Fyrr í hesum mánaðinum varð ein avtala eisini gjørd millum Ukraina og Saudiarabia.

Í dag var ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyy, á skjótari vitjan í bæði Sameindu Arabisku Emiratunum og Katar.

Við avtalunum roynir Ukraina at nýta sína serkunnleika at skjóta russiskar dronur niður til at hjálpa Flógvaríkjunum.

Tí hevur Ukraina sent anti-dronuserfrøðingar til øll trý londini, sum Zelensky hevur vitjað á síni diplomatisku ferð, skrivar AFP.

Sambært katarska verjumálaráðnum fevnir avtalan um samstarv "á tøkniligum økjum, menning av felags íløgum og skifti av serfrøði í bardaganum móti rakettum og ómannaðum loftførum."

Sambært Zelensky framleiðir Ukraina tvær ferðir so nógvar anti-dronu-eindir, sum landinum tørvar. Og Ukraina hevur sjálvt lýst sína dronuverju at vera heimsins bestu.

Sambært BBC kunnu avtalurnar eisini hjálpa Ukraina at byggja upp betri sambond við statirnar í Flógvanum, sum hava ovurstórt oljutilfeingi og harvið pening, sum kann stuðla loftverjuni hjá Ukraina móti ballistisku rakettum hjá Russlandi.

Ukraina hevur ikki upplýst júst hvat avtalað er sum partur av samstarvinum, skrivar AFP.

Landið berjist ein harðan bardaga móti Russlandi, sum framvegis bumbar Ukraina.

Leygardagin drupu nýggj loftálop í Ukraina í minsta lagi fýra fólk og skaddu kritiskt undirstøðukervi, eitt nú havn og sjúkrahús, siga myndugleikarnir sambært AFP.

 

/Ritzau/

 

Volodymyr Zelensky skrivaði í dag undir avtalu við emirin í Katar, Tamim bin Hamad al-Thani. Dronuverjan og dronuserfrøðin hjá Ukraina eru kjarnin í samstarvinum. - Mynd: -/Ritzau Scanpix