Føroyar í finaluni

Kosovo megnaði ikki at steðga føroysku hondbóltsmonnunum

Føroyar eru í finalu í Emerging Nation Cup. Hetta er greitt eftir hálvfinalusigur ímóti vertstjóðini Kosovo.

 

Endaliga úrslitið gjørdist 31-23 til Føroyar. Dysturin var tó nógv javnari enn úrslitið bendir á. Føroyar vóru á odda 13-11 í hálvleikinum. Í seinna hálvleiki megnaði Kosovo at leggja seg á odda 21-20, men síðani trumlaði føroyingarnir heimaliðið seinastu minuttirnar og vunnu sum sagt 31-23.

 

Úrslitið merkir, at Føroyar eru í finaluni í Emerging Nations Cup. Hetta má sigast at vera eitt bragd eftir mong ár, har manslandsliðið í hondbólti hevur ligið stilt. 

 

Finalan verður leikt klokkan 16.30 í morgin ímóti Lettlandi.

 

Hesir skoraðu málini hjá Føroyum ímóti Kosovo:

Hans Eli Sigurbjørnsson 9 
Tróndur Kragesteen 5
Áki Egilsnes 5
Rókur Akralíð 4
Rósing Rasmussen 2
Andrias Eriksen 2
Tony Weyhe 2
Allan Norðberg 1
Kjartan Johansen 1