Føroyar javnaðu í síðsta sekundi ímóti Sveis

Tvey sekund undan javnleiki javnaðu Føroyar til 28-28, sum í seinna hálvleiki var aftanfyri við fimm málum og so var frammanfyri

Fyrsti dysturin hjá Føroyum í EM endaspælinum í Oslo er liðugur. Úrslitið var 28-28 eftir hálvleiksstøðuna 15-13 til Føroyar.

 

Føroyar javnaðu til 28-28, tá ið tað bara restaðu tvey sekund. Vilhelm Poulsen leyp inn av bakkinum í vinstru og skoraði. Sveis fekk bóltin aftur í føroyska málið, men tá var tíðin farin.

 

Sum tað gekk fram ímóti endanum var tað góð orsøk til stóra føroyska fagnaðin, tá ið tað eydnaðist at javna. Men fyrstu løtuna eftir steðgin sá tað framúr gott. Tá eydnaðist tað føroyska liðnum at økja um leiðsluna frá 15-13 til 19-13, og tá sá tað av álvara út til, at føroyska liðið var á sigurskós.

 

Pauli Jacobsen í føroyska málinum bjargaði tríggjar tær fyrstu royndirnar eftir steðgin, og álopsspælið var hesa løtuna framúr, meðan sveisisku spælararnir av álvara hingu við høvdinum.

 

-Kenslurnar eru blandaðar, tí inntil seinni hálvleikur næstan var hálvrunnin, høvdu vit av álvara tak á tí, men so mistu vit takið, og tá ið tað nú gekk, sum tað gjørdi, so var tað fínt, at vit vunnu eitt stig í hesum framúr karminum, sigur Teis Horn Rasmussen í samrøðu við Jógvan Skeel Nolsøe í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya.

 

Hjalti Mohr Jacobsen hjálparvenjari hevur hesa viðmerkingina:

 

-Fyrstu løtuna eftir steðgin vóru vit framúr. So misnýttu vit møguleikar, og so megnaðu vit ikki at spæla okkum til møguleikar. Hin dysturin endaði við teprum sigri til Slovenia, og nú fara vit at fyrireika okkum til sunnudagin, tá ið Montenegro bíðar okkum. Hetta sær út til at vera sera javnur bólkur, sigur Hjalti Mohr Jacobsen í samrøðu við Kringvarpið.

 

Føroyar – Sveis 28-28 (15-13)

 

Føroyar: Elias Ellefsen á Skipagøtu 9, Óli Mittún 7, Vilhelm Poulsen 4, Leivur Mortensen 2, Pauli Mittún 2, Hákun West av Teigum 1, Ísak Vedelsbøl 1, Rói Ellefsen á Skipagøtu 1, Teis Horn Rasmussen 1, Bjarni í Selvindi, Allan Norðberg, Pætur Mikkjalsson, Rói Berg Hansen, Tróndur Mikkelsen

 

Málverjar: Pauli Jacobsen 8/32 25% og Tórður Skorheim Guttesen 0/2