Føroyar og Russland gjørt nýggjan sáttmála

Føroyar og Russland gjørt semju um kvotabýti fyri 2026

Føroyar og Russland hava gjørt avtalu um sínámillum fiskiveiðirættindi fyri 2026. Samráðingarnar byrjaðu 22. og  23. desember og hildu fram eftir jól 29. desember. Talan var um talgildan fund, og varð semjan endaliga avgreidd umvegis teldupost 30. desember.

 

- Eg eri sera væl nøgdur við, at tað í hesum truplu tíðum hevur eydnast at fáa eina semju í lag í hesum árinum. Hetta merkir, at føroyska fiskivinnan kennir so nógvar fortreytir sum gjørligt við ársbyrjan, og aftur komandi ár hevur góðan møguleika at gagnnýta botnfisk í Barentshavinum, sigur Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í tilfeingis- og vinnumálum.

 

Lívfrøðiliga støðan á týðandi fiskasløgum hevur við sær skerjingar á báðum síðum, og avtalan minkar tí nakað í mun til brátt farna árið.

 

Føroysku kvoturnar í russiskum sjógvi í 2026 verða hesar: Toskur 6.306 tons, hýsa 1.484 tons, flatfiskur 900 tons og rækjur 4.000 tons. Føroysku botnfiskakvoturnar í Barentshavinum lækka sostatt við samanlagt 655 tonsum í 2026. Toskakvotan lækkar við 1.139 tonsum, ímeðan hýsukvotan hækkar við 484 tonsum.

 

Eins og í 2025 kunnu føroysku botnfiskakvoturnar flytast í norskan sjógv eftir avtalu við Noreg.

 

Russisku kvoturnar í føroyskum sjógvi lækka eisini í mun til undanfarin ár. Svartkjaftakvotan lækkar við 10.000 tonsum og makrelkvotan við 3.879 tonsum. Kvotan av norðhavssild hækkar tó nakað við 1.914 tonsum.

 

Russisku kvoturnar fyri 2026 verða hesar: Svartkjaftur 65.000 tons, makrelur 4.201 tons og norðhavssild 7.714 tons. Russisk skip kunnu fiska hesar nøgdir í føroyskum og altjóða sjóøki.

 

Russisk skip fáa í 2026 atgongd til føroyskan sjógv at fiska í mesta lagi 30.953 tons av svartkjaftakvotuni, sum russisk skip hava í altjóða sjógvi. Hetta er ein lækking á 41% í mun til 2025.

 

Russisk skip hava heldur ikki atgongd at fiska í serøkinum hjá Føroyum og Bretlandi í 2026.

 

Eins og onnur vestanlond hava Føroyar avgjørt, at frá 1. januar 2026 verða avmarkandi tiltøk sett í verk, sum millum annað fevna um tvey russisk reiðarí. Ein avleiðing fyri fiskiveiðiavtaluna er, at skip hjá hesum feløgum ikki kunnu fáa loyvi at fiska og virka í føroyskum sjóøki í 2026, umframt at tey ikki fáa atgongd til føroyskar havnir.