info
Ongi úrslit

Føroyar steingja havnir fyri russarum um ES ger tað

Um ES steingir havnir fyri russarum, so gera Føroyar tað eisini

Eirikur Lindenskov
1. mars 2022 kl. 10:15

Sum útgangsstøði so gera vit sum ES í hesum máli.
Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, tá vit spyrja hann, um Føroyar fara at gera sum Bretland og steingja allar havnir fyri russiskum skipum.
– Vit fylgja vesturlendsku átøkunum, og tað merkir í útgangspunktinum, at vit gera sum ES. Vit hava verið í samskifti við donsku stjórnina um hesi viðurskifti, sigur løgmaður.
Í gjár boðaði bretski flutningsmálaráðharrin øllum havnum í Bretlandi frá, at havnirnar skulu steingjast fyri russiskum skipum.
Sum skilst so fara Ísland og Noreg eisini at fylgja ES í hesum máli, so tað er hugsandi, at russisk skip verða útihýst úr at kalla øllum havnum í Evropa.
Jeppe Kofod, danski uttanríkisráðharrin hevði hetta málið uppi á fundi millum uttanríksiráðharrarnar í ES í gjár, har hann mælti ES til at gera sum Bretland. Danska reiðaríið Mærsk hevur í morgun boðað frá, at felagið gevst við at flyta vørur til og úr Russlandi fyribils.
Tað eru nógv russisk skip í føroyskum havnum um árið. Talan er um fleiri hundrað. Nógv virksemi er eisini við avleiddum virksemi. Tey brúka frystigoymslur í Føroyum, og tey proviantera, bunkra og brúka nógvar tænastur frá smiðjum, skipasmiðju og øðrum. So talan er uttan iva um hundraðtals milliónir krónur.
Í løtuni er einki russiskt skip í føroyskum sjógvi, tí tey fiska vestanfyri. Men í apríl byrjar svartkjaftafiskiskapurin, og tá plaga nógv russisk skip at vera í føroyskum sjógvi.
– Ja vit vita, at tað kostar at verja fólkaræðið. Og tá vit ikki kunnu svara við vápnum, so mugu vit svara við hørðum tiltøkum, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.
 

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

12. oktober kl. 00:01

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

15. oktober kl. 07:54

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

11. oktober kl. 21:48

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

14. oktober kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:57

Fjós fokið á hús á Skála – stórur skaði

14. oktober kl. 17:53

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Meistaradeildin: NSÍ og KÍ hava størstu favorittstøðurnar

1 tími síðan
Tíðindi

Musk vísti fram flúgvandi Tesla

2 tímar síðan
Tíðindi

Siðsøgan á útróðri í Grønlandi

3 tímar síðan
Hondbóltur

European Cup: H71 skal spæla dystir 70 km vestanfyri ukrainska markið

4 tímar síðan
Tíðindi

Enn eingir pengar til varandi loysn við Streymin

11 tímar síðan
Hondbóltur

Inga Maria Roysdóttir skoraði og legði upp til 13 mál

12 tímar síðan
Fótbóltur

Aftur ein sólskinssøga hjá víkingunum

12 tímar síðan
Fótbóltur

Samuel og liðfelagarnir vunnu á heimavølli

13 tímar síðan
Tíðindi

Tinganes skal hava fast­an byggi­harra­ráð­geva

13 tímar síðan
Hondbóltur

Myndir: Hoyvíkingar vunnu við sjey málum móti MRK Trogir

14 tímar síðan
Hondbóltur

SMS: Neistin vann greiðan sigur á VÍF í Vestmanna

14 tímar síðan
Hondbóltur

European Cup: Boas gekk undan í sjeymálssigri við 16 málstigum

14 tímar síðan