Føroyingauppgerð var í bestu íslendsku fótbóltsdeildini í kvøld.
Á Víkingavøllinum í Reykjavík tóku Gunnar Vatnhamar og liðfelagarnir í Víkingi Reykjavík móti ÍBV, ið hevði Ara í Haraldsstovu Petersen í málinum.
Víkingur hevði bóltin næstan tveir triðingar av tíðini, og teir høvdu fýra ferðir so nógvar royndir innanfyri málrammurnar. Kortini endaði dysturin við javnleiki 2-2.
Víkingur var leingi á sigurskós, men heilt móti dystarenda Vicente Rafael Valor Martínez fyri eyjamenn við ein brotssparksmáli.
Víkingur Reykjavík-ÍBV 2-2 (1-1)
0-1 Sesar Örn Harðarson ('2 )
1-1 Daði Berg Jónsson ('43 )
2-1 Sveinn Margeir Hauksson ('47 )
2-2 Vicente Rafael Valor Martínez, br. ('89 )
Víkingur er fremst í deildini við 45 stigum. ÍBV er fjórðaftast við 17 stigum.
Hóskvøldið klokkan 18.30 skal Víkingur á heimavølli royna at heinta inn 3-0 leiðsluna sveisiska liðið, Thun fekk í fyrra dystinum í triðja undanumfarinum í Europa League.
Komandi sunnukvøld klokkan 19 hevur ÍBV dyst á heimavølli móti Akranesi.











