Føroyingar lenda 69 ferðir í Esbjerg í dag

Tíggju flogskiparanæmingar hjá Atlantsflog skulu í dag royna seg við lending og flogvølli í Esbjerg

Danska blaðið JyskeVestkysten skrivar, at talan er um tíggju flogskipara-næmingar hjá Atlantic Airways, sum í skulu gera 69 sonevndar touch-and-go-lendingar á flogvøllinum í Esbjerg.

Blaðið skrivar, at næmingarnir skulu venja seg við at lenda og lætta við einum Airbus 320neo uttan at hava eitt full stop á lendingarbreytini.

Tað er liður í útbúvgving av flogskiparum, og tí kundi roknsast við serligum eyka larmi frá flogførum á leiðini í dag, skrivar blaðið.