Tey ungu vísa seg at vera mest í iva um, hvar tey skulu seta krossin til Fólkatingsvalið, vísir veljarakanningin hjá Útvarpinum. Ein fjórðingur av teim 18-25 ára gomlu veit ikki enn, hvørjum flokki, hann skal atkvøða fyri, men tá tey ungu fara at ráða fyri borgum, verður tað ikki sum sjálvstøðug tjóð.
Tá fólk vórðu spurd, um teirra støðu til rískisfelagsskapin, vóru tað bara 16,1 prosent av teimum ungu í aldurs-bólkinum 18-25 ár, sum vildu hava loysing. Mest loysingarsinnað eru fólk millum 36-65 ár. Útvið 30 prosent í hesum aldursbólki ynskja loysing og bert 8-9 prosent av teimum ynskja tættari samband við Danmark enn heimastýrislógin, vísir kanningin hjá Útvarpinum.
Flokkarnir
Fólkaflokkurin hevur størst undirtøku millum tey ungu, vísir kanningin. 24,2 prosent av teim 18-25 ára gomlu velja Fólkaflokkin og millum tey 26-35 ára gomlu fær flokkurin 26,1 prosent av atkvøðunum.
Sambandsflokkurin fær lítla undirtøku frá teim ungu. Bert 9,7 prosent av teim 18-25 ára gomlu atkvøða fyri hesum flokki. Hin vegin vísir tað seg, at Sambandsflokkurin fær størri undirtøku, tá fólk fara upp um 57 ár. 27 prosent seta krossin við henda flokk í hesum bólki.
Og viðvíkjandi Tjóðveldisflokkin er støðan tann, at 12,9 prosent av teim 18?25 ára gomlu velja henda flokk, og millum tey 26?35 ára gomlu velja bert 9,2 prosent Tjóðveldisflokkin. Størstu undirtøkuna fær Tjóðveldisflokkurin frá teimum sum eru farin upp um tey 46. Eini 24?25 prosent í hesum bólki velja Tjóðveldisflokkin.
Javnaðarflokkurin hevur størstu undirtøku millum tey 36?45 ára gomlu. 20,5 prosent av hesum veljarum atkvøða fyri Javnaðarflokkinum, vísir kanningin hjá Útvarpinum.
Viðvíkjandi Sjálvstýrisflokkinum, so fær hesin flokkur ikki tær nógvu atkvøðurnar tann 11. mars. Men tað eru teir ungu veljararnir, sum velja henda flokk. 6,5 prosent av teim 18-25 ára gomlu velja Sjálvstýrisflokkin, meðan bert 1,1 prosent av teim 36-45 ára gomlu seta kross sín við Sjálvstýrisflokkin, vísir veljarakanningin hjá Útvarpinum nú upp undir Fólkatingsvalið tann 11. mars.
Ivandi
Viðvíkjandi spurninginum um, hvønn veljarin í kanningini fer at velja til Fólkatingsvalið, vísir kanningin, at bert 6,6 prosent av teim 56-65 ára gomlu vita ikki, hvønn tey fara at velja.
Men tá veljarin er farin um tey 66 árini eru tað 10,8 prosent sum ikki vita, hvønn tey fara at velja, vísir kanningin hjá Útvarpinum.