Føroyar hava í dag av álvara gjørt um seg í Niðurlondum. Føroyska hondbóltslandsliðið vann EM undankappingardystin í Almere í útjaðaranum av Amsterdam 32-31.
Hálvleiksstøðan var 15-15.
Eftir steðgin vóru Føroyar fleiri ferðir og í longum løtum frammanfyri við trimum og fýra málum. Tá ið ein stórur minuttir var eftir, vqr munurin tvey stig, og í síðstu sekundunum hevði heimaliðið møguleika at javna, men føroyska verjan syrgdi fyri, at næstan 800 føroyskir áskoðarar saman við føroysku spælarunum og øllum hinum í føroysku leguni og føroyska fótbóltsheiminum stórfegnast.
-Hetta er tað villasta, sum eg havi verið við til. Áskoðararnir vóru fantastiskir og bóru okkum fram. Vit megnaðu væl at halda okkum til tað, sum vit frammanundan høvdu avrátt, sigur føroyski málverjin og liðformaðurin Pauli Jacobsen í samrøðu við Jógvan Skeel Nolsøe í Kringvarpi Føroya.
Sigurin ber við sær, at Føroyar eru á odda í bólkinum, og nú skal tað vilja illa til, um Føroyar ikki vera við í EM endaspælinum í januar 2026. Tað er greitt, at um Føroyar vinna seg í endaspælið, so vera Føroyar í bólki saman við Norra, og at tað verður í Norra, at tað fer at verða spælt.
Føroysku málverjarnir bjargaðu í avgerandi støðum. Pauli, sum varð valdur at vera dagsins maður, tá ið mótstøðumenninir vóru í góðum støðum, og Aleksandar Lacok brotskøstum.
Elias var toppskjútti, Óli var eyåsýndur, og serliga eyðsýnt var tað, at Allan Norðberg og ungi Ísak Vedelsbøl skoraðu fimm mál í part. Hetta var av álvara altjóða gjøgnumbrotið hjá teimum báðum.
-Mótstøðuførið verður alt størri, og satt at siga kann eg ikki rósa spælarunum nóg nógv. Verjuspælið var heilt framúr, og tað var heilt nógv at fegnast um. Eitt nú skoraði Hákun fimm mál í seinna hálvleiki, eftir at hann einki skoraði í fyrra hálvleiki. Nei, eg kann ikki taka einstakar spælarar framum aðrir. Vit hava flutt okkum nógv, og vit vóru kaldir í avgerandi støðum. Vit mugu vinna ein dyst aftrt, men vit eru nummar eitt í bólkinum, og tað ber við sær, at vit liggja væl fyri, sigur ovurfegni føroyski venjarin Peter Bredstorrf-Larsen.
Niðurlond – Føroyar 32-31 (15-15)
EM undankapping
Sunnudagin 16. mars 2025 kl. 14.00 í Almere í Niðurlondum
Føroyar
Málverjar: Pauli Jacobsen og Aleksandar Lacok
Elias Ellefsen á Skipagøtu 8, Óli Mittún 6, Allan Norðberg 5, Ísak Vedelsbøl 5, Bjarni í Selvindi, Leivur Mortensen, Pætur Mikkjalsson, Rói Berg Hansen, Hákun West av Teigum 5, Rógvi Dal Christiansen, Hallur Hansson, Tróndur Mikkelsen 1, Rói Ellefsen a Skipagøtu, Teis Horn Rasmussen 2