Føroyingar vunnu oldboys kapping í Íslandi

Um vikuskiftið vann eitt føroyskt lið eina oldboys kapping í Íslandi.

Um vikuskiftið hava fleiri føroyingar verið til Oldboys kapping í Íslandi. Kappingin kallast Pollamót og var leikt yvir tveir dagar á Akureyri.

 

Les eisini: KÍ vunnið kapping í Íslandi

 

Til kappingina vóru umleið 500 luttakandi mans í ymiskum aldursbólkum.

 

Føroyingarnir gjørdu bart í Íslandi, tí teir vunnu kappingina fyri liðini yvir 40 ár.

 

Á liðnum hjá føroyingunum vóru teir flestu leikararnir frá KÍ. Tó var ein eisini frá B68.

 

Teir luttakandi leikararnir vóru Absalon Østerø, Allan Joensen, Hallur Joensen (spælandi venjari), Jan Joensen, Jákup O. á Lakjuni, Jógvan á Lakjuni, Kaj Dam, Karl Marius Poulsen, Oddbjørn Joensen, Signar Johannesen og Símin Pauli Sivertsen. Venjari hjá liðnum var Sonnhard Johannesen.

 

Hetta er sjeynda ferðin at tað føroyska liðið hevur luttikið í íslendsku kappingini.