Føroyingur við í Paradise Hotel

Karl Weihe úr Sandavági skal vera við í kendu reality røðini Paradise Hotel. Hesum boðar hann frá á Instagram í dag.

 

Tað verður tó ikki í donsku útgávuni av Paradise Hotel. Hann skal hinvegin vera við í tí norska Paradise Hotel.

Realitysjónvarp er ikki ókent fyri Karl Weihe. Í 2022 luttók hann í sendingini Ex on the Beach. Síðan tá hevur hann skapt sær eitt navn í donsku reality-verðini. Og nú skal hann so royna seg í Paradise Hotel.

- Det bliver veldig bra! skrivar hann á Instagram.

Føroyingar hava áður verið við í tí danska Paradise Hotel, men hetta er okkum kunnugt fyrstu ferð, at nakar føroyingur roynir seg í tí norska.