Føroysk kvinna dømd fyri svik móti eldri kvinnu í Noregi

Ein 58 ára gomul føroysk kvinna er í norskum rætti dømd til tvey ár og seks mánaðir í fongsli fyri svik og frælsistøku av einari eldri norskari kvinnu.

Ein føroysk kvinna er í Noregi dømd til tvey ár og seks mánaðir í fongsli fyri svik og frælsisrøving av einari eldri norskari kvinnu. Dómurin er kærdur. (Savnsmynd: Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix)

Tað framgongur av einum dómi frá Nordmøre og Romsdal tingrætti.

Sambært dóminum fekk ein 77 ára gomul norsk kvinna boð um, at óviðkomandi høvdu verið inni á bankakontu hennara, og at hon tí mátti samstarva við myndugleikarnar fyri at tryggja sínar pengar.

Henni varð eisini sagt, at ein kvinna við navninum Helle frá Interpol fór at koma heim til hennara at hjálpa.

Rætturin hevur staðfest, at 58 ára gamla føroyska Christina Matras møtti upp á bústaðnum hjá eldru kvinnuni og segði seg vera umboð fyri Interpol. Á tann hátt fekk hon atgongd til bankaupplýsingar hjá kvinnuni.

Kvinnan varð síðani lokkað at flyta 3,1 milliónir danskar krónur til eina kontu í Turkalandi. Hon varð eisini sannførd um at ferðast til Turkalands saman við Christinu Matras.

Tí er hon eisini dømd fyri frælsistøku.

Málið varð viðgjørt eftir einari áseting í norsku revsilógini, sum verður nýtt, tá brot eru framd sum partur av skipaðum kriminaliteti.

Sambært dóminum var Christina Matras partur av einum skipaðum kriminellum netverki við bakmonnum, starvsfólki í einum call-sentri og sokallaðum "feltaktørum", sum høvdu beinleiðis samband við offrini.

Rætturin metir, at leiklutur hennara var at vitja tey, sum vórðu svikað, halda lív í ósannari søgu og skipa fyri tí praktiska arbeiðinum.

Hon er eisini dømd fyri frælsistøku, tí hon gav eldru kvinnuni boð um ikki at fara úr heiminum og seinni at ferðast til Turkalands, meðan hon segði seg umboða løgregluna.

Hóast kvinnan ikki var fysisk forðað í at flyta seg, metir rætturin, at hon í veruleikanum ikki hevði frælsi at taka egnar avgerðir, tí hon helt seg arbeiða saman við løgregluni.

Norski miðilin NRK skrivar, at Christina Matras hevur noktað seg seka í málinum og hevur kært dómin.

Hon er frammanundan dømd í einum líknandi máli í Keypmannahavn, har hon fekk fýra ár og seks mánaðir í fongsli.

 

Ein føroysk kvinna er í Noregi dømd til tvey ár og seks mánaðir í fongsli fyri svik og frælsisrøving av einari eldri norskari kvinnu. Dómurin er kærdur. (Savnsmynd: Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix)