Tað upplýsir danska Skattamálaráðið í einum tíðindaskrivi.
Endamálið er at bøta um støðuna hjá teimum mongu fólkunum, sum eru bundin av bili til arbeiðis og sum hava fingið hægri útreiðslur orsakað av vaksandi oljuprísi.
Stjórnin hevur enn ikki lagt fram ítøkiligu smálutirnar um, hvussu nógv ferðafrádrátturin verður hækkaður, men ætlanin er, at hækkingin skal galda fyri restina av 2026.
Bensin- og dieselprísirnir eru hækkaðir nógv í kjalarvørrinum á vaksandi ótryggleikanum í Miðeystri og herdu spenningunum millum Iran og USA.
Stjórnin væntar, at uppskotið fer at lætta um fíggjarliga trýstið hjá teimum, sum dagliga koyra langt til og frá arbeiði.











