Pernille Michaelsen hevur tikið stig til áhugafelagið. Endamálið er at savna familjur, sum hava fingið børn sum eru fødd ov tíðliga, tí ofta kenna foreldur seg einsamøll í hesi støðuni.
Skrá:
- Vælkomin
- Val av fundarstjóra
- Val av skrivara
- Røða við prematur-familju Harriet og John Av Gørðum
- Framløga av endamáli felagsins
- Viðgerð og samtykt av viðtøkum
- Røða við prematur-familju Marin Jacobsen
- Val av nevnd
- Ymiskt
Øll áhugaði eru vælkomin.










