Føroyskar familjur brúka meiri pengar

Innflutningurin av vanligum vørum er kvinkaður uppeftir

Vanligi føroyingurin er farin at brúka eitt sindur meiri av pengum.

 

Tað vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni yvir innflutningin av ymsum vørum átta teir fyrstu mánaðirnar í ár, aftur ímóti sama tíðarskeiði í fjør.

 

Uppgerðin vísir, at innflutningurin av vørum til vanliga húsarhaldsnýtslu er vaksin fimm prosent, átta teir fyrstu mánaðirnar í ár, aftur ímóti í sama tíðarskeiði í fjør.

 

Í hesum sambandi er innflutningurin hækkaður úr 741 milliónum, upp í 775 milliónir.

 

Men tilsamans stendur innflutningurin annar í stað, tá ið innflutningurin av skipum og flogførum ikki er talt við.

 

Størsti vøksturin er kortini í innflutninginum av bilum, tí hann er vaksin heili 26 prosent. Í januar til august í fjør, innfluttu vit bilar fyri 137 milliónum, men í sama tíðarskeiði í ár hava vit innflutt bilar fyri 173 milliónir.

 

Hinvegin er misjavnt, hvussu tað hevur gingist við innflutningurin av vørum til vinnuna.

 

Innflutningurin av vørum til hav- og landbúnað, er vaksin 13 prosent, men innflutningurin av vørum til fiskavirking er fallin trý prosent.

 

Innflutningurin av tilfari til byggivinnuna er vaksin seks prosent, men innflutningurin til annan ídnað, er minkaður 2 prosent og innflutningurin av maskinum og amboðum er fallin 22 prosent.

 

Tilsamans hava vit innflutt fyri 3.490 milliónir átta teir fyrstu mánaðurnar í ár og tá eru skip og flogfør ikki tald við Tað er eitt pikkalítið sindur, ella sjey milliónir, meiri enn í sama tíðarskeiði í fjør, tá ið innflutningurin var 3.483 milliónir.