Føroyskar havrannsóknir hanga í klønum tráði

Magnus Heinason er so uppslitin, at hann væntandi liggur, nær tað skal vera

Alt, sum eitur føroyskar havrannsóknir, hanga nú í einum ógvuliga klønum tráði.

 

Nú samgongan hevur lagt fíggjarlógina fyri næsta ár fyri Løgtingið, staðfestir hon, at 35 ára gamli Magnus Heinason er so uppslitin, at hann hevur átrokandi tørv á ábótum.

 

- Fleiri lutir á skipinum eru illa slitnir og kunnu væntast at ganga fyri nær tað skal vera, staðfestir Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum.

 

Hann leggur afturat, at seinastu árini hevur skipið eisini alsamt oftari havt brek í motori, útgerð og annað og tískil er tørvur á aat skifta lutir og útgerð umborð.

 

Hóast hetta hevur samgongan einki sett av til ábøtur og umvælingar.

 

Tað eru sostatt útreiðslur, Havstovan má taka av vanligu játtanini til stovnum.

 

Samgongan sigur, at siglingarætlanin hjá Magnusi Heinasyni verður so lagað til, hvussu langt, játtanin røkkur.

 

Jacob Vestergaard ásannar, at hetta kann elva til, at føroyskar havrannsóknir verða skerdar næsta ár.

 

- Men taka brek seg upp, mugu vit í hvørjum einstøkum føri taka støðu til um vit skulu lata Havstovuni eina eykajáttan til tað.

 

Vit spurdu landsstýrismannin um hetta ikki er ein sera óheppin støða, serliga tá ið hugsa verður um at kanna uppsjóvarfisk fyri at stuðla uppundir føroysku krøvini um nógv hægri kvotur.

 

Men tað heldur hann ikki er tann stóri vansin, tí tað tey leiga uppsjóvarskip til tær kanningarnar.

- So tað klára vit nokk sigur hann.