Føroya rættur noyddi mannan í skannaran og har vísti tað seg, at føroyski hassjhundurin hevur betri nøs enn tann danski. Maðurin, sum sat í varðhaldi undir illgruna fyri at hava smuglað hassj innvortis, hevði beint yvir 100 gramm av hassji í tarmunum.
Maðurin, sum er ein gamal kenningur hjá løgregluni, var í farnu viku handtikin, tá hann kom í Vágarnar. Tá hann fór úr Føroyum, gjørdist løgreglan varug við, at maðurin hevði einar 12.000 krónur við sær í reiðum peningini. Maðurin hevur fyrr verið í hóslag við løgregluna um rúsevni og tí varð avgjørt at halda eyga við manninum. Eisini var løgreglan í Kastrup fráboðað, so teir kundu kanna mannin, tá hann fór úr Danmark.
Teir so gjørdu. Tá maðurin skuldi aftur til Føroya, stóðu løgregla og hassjhundur fyri honum at kanna hann, men funnu einki, hvørki á honum ella á viðførinum.
Føroyska løgreglan valdi tó kortini at fara vestur í Vágar við hassjhundinum, og tað vísti seg vera rætta avgerðin. Hassjhundurin boðaði frá, at her var okkurt áfatt og maðurin var tí handtikin. Ikki vildi hann lata seg skanna í Landssjúkrahúsinum og hann mátti tí møta í Føroya rætti í farnu viku. Dómarin vildi tó ikki varðhaldsfongsla mannin, júst av tí, at maðurin var kannaður niðri, men at einki var funnið har. Dómarin metti tí ikki, at orsøk var at hava illgruna til, at maðurin hevði smuglað nakað.
Hann gav tó løgregluni heimild at halda manninum aftur í 3 ferðir 24 tímar. Fríggjadagin møtti maðurin so aftur í rættinum og hesa ferð eydnaðist tað løgregluni at fáa rættin at avgera, at maðurin skuldi noyðast í skannaran. Hann hevði nevniliga ikki verið á pottinum síðani hann varð varðhaldsfongslaður. Skannarin vísti, at maðurin hevði yvir 100 gramm av hassji innvortis og tá játtaði ákærdi seg so sekan.
Rúsevnini eru handað løgregluni og maðurin er settur leysur inntil málið skal fyri rættin.