Føroyskir granskarar fáa dyggan stuðul frá NordForsk

Føroyar vóru í 2025 fyri fyrstu ferð við í tveimum útboðum hjá NordForsk sum sjálvstøðugur limur við egnari fígging. Luttøkan eydnaðist sera væl

Vísindavøka, serblað í Sosialinum 10. september 2025:

 

Tilsamans fýra verkætlanir við føroyskari luttøku fingu stuðul frá útboðun­ um, ið var fleiri ferðir hægri enn føroyski parturin av fíggingini.

 

BURÐARDYGG

MENNING AV ARKTIS Føroyskir granskarar fingu stuð­ ul til luttøku í tveimum verkætl­ anum um burðardygga menning av Arktis. Játtanin til føroyska partin var góðar 4 mió. kr.

 

Føroyar lótu 900.000 kr. í fígg­

 

ing til útboðið. Samlaða játtanin frá NordForsk til føroyskar granskarar var sostatt meira enn fýra ferðir tað, sum Føroyar høvdu latið.

 

Útboðið um burðardygga menning av Arktis var størsta útboðið, ið NordForsk nakrantíð hevur havt. Umframt Norðan­ londini vóru eisini Kanada og USA við í útboðnum.

 

Tilsamans vórðu góðar 210 mió. kr. játtaðar til nígg ju verk­ ætlanir um evnir sum hav, vatn, lívfrøðiligt margfeldi, yvirferðslu av ferðafólki og mineralir.

 

Tilsamans 186 granskarar frá 66 universitetum og stovnum í 10

 

londum luttaka í verkætlanun­ um, ið fingu stuðul. Fýra teirra eru úr Føroyum.

 

BURÐARDYGG FISKIVEIÐA ÚR SUNNUM HAVI Føroyskir granskarar fingu stuð­ ul til luttøku í tveimum verkætl­ anum um burðardygga fiski­ veiðu.

 

Føroyar lótu eisini 900.000 kr. í fígging til hetta útboðið. Saml­ aða játtanin frá NordForsk til før­ oyskar granskarar var 2 millión kr.

 

Tilsamans vórðu 25 milliónir kr. játtaðar til 4 verkætlanir