Tey seks fólkini, sum vórðu handtkin eftir grindadrápi á Sandi, verða víst av landinum og sleppa ikki aftur higar í eitt ár. Tað hevur útlendingastýrið í Danmark nú avgjørt. Tey fingu øll 1000 krónur í bót, eftir at Føroya Rættur feldi dóm yvir tey tann 8. september. Útlendingastýrið hevur í dag tikið avgerð um at vísa øllum seks Sea Shepherd umboðunum, av landinum og tey sleppa ikki aftur til Føroya í eitt ár.
Tey eru dømd fyri at hava brotið politiviðtøkurnar og fyri at hava brotið grindareglugerðina í grindadrápinum á Sandi leygardagin 30. august.
Útlendingastýrið sigur, at tey seks fólkini hava verið til munandi ampa og at tey eisini hava verið til ampa fyri trygdina og heilsuna. John Kølbæk, fúti, er nøgdur við avgerðina hjá útlendingastýrinum. Hann sigur, at talan er um eitt prinsipielt mál, tí hetta er fyrstu ferð at nakar er dømdir fyri hetta og tí hevur tað tikið sína tíð at koma til eina niðurstøðu í málinum. Átta onnur Sea Shepherd fólk eru eisini skuldsett í sama grindadrápi og tey skulu fyri rættin tann 25. september. Fútin sigur, at verða tey dømd, verður eisini tað málið lagt fyri útlendingastýrið.
|