Løgregla skeyt og drap mannin aftan fyri álopið í Berlin

Maðurin, sum framdi álopið á Pride-tiltakið í týska høvuðsstaðnum Berlin leygarkvøldið, er deyður.

Týsk løgregla hevur skotið og dripið mannin, sum er undir illgruna fyri álopið á Pride-tiltakið í Berlin, har ein kvinna doyði og minst 29 fólk vórðu særd. (Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix)

Tað váttar løgreglan í Berlin í einum uppslagi á X.

 

Sambært løgregluni varð maðurin funnin í einum kolonihavaøki í býarpartinum Spandau umleið klokkan 17 í dag.

 

Tá løgreglan royndi at handtaka hann, rann hann móti serligu tilbúgvingini við einum stikkvápni. Tað fekk løgregluna at lata skot av, og maðurin doyði á staðnum.

 

Innanríkisborgarstjórin í Berlin, Iris Spranger úr SPD, rósar løgregluni fyri skjóta innsatsin.

 

– Eg eri takksom fyri, at trygdarmyndugleikarnir funnu gerningsmannin so skjótt. Hetta var ein framúr góð løgregluatsókn, sigur hon sambært Bild.

 

Í gjárkvøldið koyrdi ein vøruvognur inn í eina mannamúgvu undir árligu Pride-skrúðgonguni í Tiergarten mitt í Berlin. Bilurin rendi á fleiri fólk, áðrenn hann fór frontalt inn í eitt træ, og førarin flýddi av staðnum.

 

Ein kvinna læt lív, og í minsta lagi 29 onnur vórðu særd.

 

Týski innanríkisráðharrin, Alexander Dobrindt, hevur lýst hendingina sum eitt islamistiskt yvirgangsálop.

 

Týsk løgregla hevur skotið og dripið mannin, sum er undir illgruna fyri álopið á Pride-tiltakið í Berlin, har ein kvinna doyði og minst 29 fólk vórðu særd. (Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix)